Um okkum
Vit eru eitt felag fyri føroyingar við IKH (Idiopatic Ketotic Hypoglycemia)
IKH Føroyar er stovnað 01.januar 2021.
Hypoglycemia merkjur: Lágt blóðsukur
Ketotic merkjur: Við Ketonum
Idiopatic merkjur: Av ókendari orsøk
IKH (Idiopatic Ketotic Hypoglycemia) kann ávirka livruna, vøddar, vakstrarlagið, vitamintrot, kolesterolinnihaldið og annað. Hetta kann alt vera ymiskt frá menniskja til menniskja.
Tað er ymiskt hvussu IKH rakar og hvat kann vera orsøkin. Men at hava Idiopatisk Ketotic Hypoglycemia, merkjur at tað er ein annar undurliggjandi trupuleiki í kroppinum sum ikki virkar sum hann skal. Men IKH skal tó viðgerast óansæð orsøk og hvat tilgongd tú ert í.
Tú hevur rættindi til at tað verður leitað inn til orsøkina av tínum IKH, og líka til orsøkin er funnin.
Inni undir slóðir finnur tú tann altjóða felagsskapin Ketotic Hypoglycemia International og ymiskir arðir bólkar, har tú kanst deila og fáa nógva vitan og evt. innlima teg í ymsikar bólkar.
Okkara greinar og slóðir skulu einans brúkast til upplýsandi endamál og má tí ongantíð takast støði í verandi ella komandi læknahjálp. Um tú ert ørkymlað/ur fyri tínari heilsu, so verður viðmælt at tú setur teg í samband við heilsufaglig yrkisfólk, eisini t.d áðrenn tú tekur kostískoyti ella gert stórar broytingar í tínum kosti osv.
Vit vilja fegin verða virkin til at hjálpa og vegleiða tær til rætta viðkomandi og gera tín dagliga dag lættari.
Ymiskt er, hvør hevur samfelagsskyldu til at hjálpa tær í eini og hvørjari støðu tú kemur í v.v IKH, og kann hetta til tíðir gerast fløkjut. Tí vilja vit her eisini vísa á hvør eigur hvørja uppgávu. Kommunulæknin, Landssjúkrahúsið, Serlæknin, Kommunan, Almannaverkið, Landsapotekarin, Heilsutrygd, Stovnurin ella Skúlin.
Her inni kanst tú heinta ymsikt tilfar til tín/tíni.
Øll søla sum verður framd her inni á síðuni ella verður latin sum stuðul til felagið, eigur IKH FØROYAR og verður peningurin nýttur til ymiskt sum er gagnligt fyri okkara limir.
Ver vælkomin og takk fyri tína vitjan!