Gerst limur

Teknar tú teg sum lim, stuðlar tú IKH FØROYAR.

Við at stuðla IKH FØROYAR, gert tú tað møguligt hjá okkum at halda námsskeiðir og kunningartiltøk, har serfrøðingar innan Idiopatic Ketotic Hypoglycemia, kunnu koma til Føroyar at undirvísa heilsufagfólkið og geva teimum við IKH møguleikan at fáa eina vitan sum kann vera við til at hjálpa teimum ella teirra barnið/børnum á bestan hátt.

Hevur tú IKH, fært tú við limaskapið, ágóðan at fáa nakrar vørur til serprís sum eru gagnlig til tann við IKH.
Tað er sera kostnaðarmikið at liva eftir strangari kostætlan, av tí at tað er matur sum er í tí dýrasta endanum. Tí hava vit í IKH FØROYAR, gjørt avtalur við ymiskar heilsølur og matvøruhandlar um serprís til tín við IKH. Hetta eru fyritøkur sum fegin vilja hjálpa teimum við IKH og hetta eru vit í IKH FØROYAR sera takksom fyri.
Við tilmeldan av limaskapið fart tú eitt limakort sum tú kanst vísa fram, at tú ella ein av tínum hevur IKH, tá ið tú skalt keypa tína vøru.

Vit arbeiða sjálvandi við at fáa aðrar vørur og dagføra listan niðanfyri her so leypandi.

Sum er, er talan um hesar vørur:

  • Maizena – At halda títt blóðsukur støðugt
  • Turran Fisk og Orkubitar – 84.gr av Protein
  • Gatorade – Til salt javnvágin (Elektrolýttar)
  • Kirvi – Til hugna (eingin kolvæta í)

    Meira kunning um júst hetta, fæst við at tekna seg sum lim.


Kostnaðurin til árliga limagjaldið til IKH FØROYAR, er 200,- fyri hvønn vaksnan yvur 18 ár, tó í mesta lagið 400,- fyri hvørt húskið.

Øll eru vælkomin at stuðla IKH FØROYAR, á konto í Bank Nordik 6460 – 6215035

Gerst limur við at úfylla formin og trýst “Send umsókn”

Gerst limur